Fleiri kvinnur enn menn í nýggju stjórnini

Fleiri kvinnur enn menn í nýggju stjórnini
Nýggju ráðharrarnir eru í løtuni hjá kongi
Sum vant er nógv fólk komið saman uttan fyri Amalienborg, nú nýggj stjórn tekur við.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.06.2026 - 09:06

Danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen, hevur kunngjørt nýggju donsku stjórnina, og greitt er m.a., at 

- Pia Olsen Dyhr verður búskapar- og innanríkisráðharri

- Lars Løkke Rasmussen verður uttanríkisráðharri. 

- Jeppe Bruus verður verjumálaráðharri

- Peter Hummelgaard og Nicolai Wammen býta um, soleiðis at Hummelgaard verður fíggjarmálráðharri, og Wammen verður løgmálaráðharri. 

- Monika Rubin verður sosialmálaráðharri og ráðharri fyri norðurlendskt samstarv

- og Zenia Stampe verður mentamálaráðharri.

Av teimum 21 ráðharrnum eru 11 kvinnur. 

Hetta er fyrstu ferð í Danmark, at fleiri kvinnur enn menn eru ráðharrar, skrivar TV2.

Nýggja samgongan millum Sosialdemokratarnar, Sosialistiska fólkaflokkin, Moderatarnar og Radikala vinstra er í løtuni hjá Fríðriki kongi á Amalienborg.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161