Óli DM-bronsu í fyrstu royndini

Óli DM-bronsu í fyrstu royndini
Óli Mittún var serliga í leiklutinum sum uppleggjari, tá GOG vann annan dystin ímóti Mors-Thy og tryggjaði sær donsku bronsuna
Óli Mittún hevur havt eitt gott fyrsta ár í GOG, sum endaði við bronsuheiðursmerkjum í gjár
Mynd: Lau Nielsen  
 
05.06.2026 - 10:02

Óli Mittún og GOG eru danskir bronsuvinnarar.

Tað er greitt eftir sigur á Mors-Thy í øðrum bronusdystinum í gjárkvøldið.

Føroyski bakspælarin hevur spælt sera væl seinastu vikurnar, og í gjár var hann serliga í leiklutinum sum uppleggjari.

Hann skeyt tvey mál upp á fýra skotroyndir, men átti næstseinastu hond á ikki færri enn átta málum í 35-29 sigrinum í Thy-høllini. 

GOG vann eisini trygt 38-31 í fyrra dystinum um bronsuna. Tá var Óli Mittún ikki til at steðga við sjey málum og átta uppleggum.

Unga stórtalentið verður alsamt settur í samband við onnur stórfeløg. Seinast fyri kortum, tá týski miðilin Sport Bild vildi vera við, at Magdeburg ætlar at keypa føroyingin næsta summar.

Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Óla Mittún í GOG, síðan hann skifti úr H71.

 

Jóhan fekk silvurið

Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg Aarhus taptu eisini aðru finaluna ímóti favorittunum úr Aalborg. 

Aftur hesaferð var talan um ein javnan dyst, sum ikki varð avgjørdur fyrr enn í síðstu minuttunum. 

Føroyski høgri vongurin mátti aftur bíta í grasið í tvídystinum ímóti Niklasi Landin í Aalborg-málinum. Jóhan á Plógv Hansen skoraði fýra mál, men misnýtti seks ferðir.

Nøkulunda soleiðis var eisini hjá øðrum á SAH-liðnum, og tískil vann Aalborg dystin 35-31 og fór avstað við DM-gullinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870