Føroyar skutlaðu skotar eftir frálíkan fimmsettara

Føroyar skutlaðu skotar eftir frálíkan fimmsettara
Føroysku flogbóltsmenninir spældu seg í finaluna í SCA-kappingini, tá teir vunnu á Skotlandi í spennandi og seigum fimmsettara
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
06.06.2026 - 22:24

Føroysku flogbóltsmenninir hava spælt seg í finaluna í SCA-kappingini í Norðurírlandi.

Teir tryggjaðu sær plássið við frálíkum sigri í jøvnum og spennandi fimmsettara ímóti Skotlandi í hálvfinaluni leygarkvøldið.

Skotland var nærum 40 stig frammanfyri Føroyar á styrkilistanum undan dystinum, men munurin sást á ongan hátt á vøllinum, har liðini skiftust um at vinna sett.

Øll settini vóru rættiliga jøvn, og sum dysturin leið sást hetta aftur hjá fleiri spælarum, sum stríddust við sinadrátt og aðrar smávegis trupulleikar.

Í javnbrótaranum sá eina løtu út til, at Skotland kanska hevði eitt sindur meir eftir í tanganum, men við einum frálíkum avriki síðstu løtuna eydnaðist tað føroyingunum at vinna 15-12 og tryggjað sær finaluplássið.

Gleðin var stórt hjá teimum hvítu, sum spæla ímóti San Marino um gullið sunnudagin seinnapartin.

 

SCA-kapping, Norðurírland

Føroyar - Skotland 3-2 (25-18, 23-25, 25-23, 20-25, 15-12)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329