Maskinmeistarafelagið vil hava skrivliga frágreiðing

Maskinmeistarafelagið vil hava skrivliga frágreiðing
Starvsfólkini á Sundsverkinum skulu hava at vita, hvat tað var fyri illa luktandi olja, sum verkið fekk, og sum ikki kundi brúkast, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum
Maskinmeistarafelagið vil hava frágreiðing um skitnu tungoljuna, sum SEV fekk til Sundsverkið
Mynd: Savnsmynd  
 
08.06.2026 - 21:27

Um vikuskiftið segði Arnfinn Beck, formaður í Maskinmeistarafelagnum, at hann hann vildi hava ein fund við SEV í dag at viðgera málið um skitnu oljuna, sum Sundsverkið fekk í seinastu sendingini av tungolju. Oljan luktaði illa, og maskinmeistararnir á Sundi óttaðust, at hon kundi vera heilsuskaðilig.

Men eingin fundur bleiv í dag kortini, tí formaðurin í Maskinmeistarafelagnum krevur eina skrivliga frágreiðing frá SEV í staðin.

- Tað er týdningarmikið at SEV lærir av feilinum, tí hetta er triðju ferð at tað hendir. Starvsfólkini á Sundsverkinum skulu eisini fáa greið boð um, hvat hetta var fyri olja, sigur Arnfinn Bech við Kringvarpið.

Hoyr frágreiðing í útvarpstíðindunum klokkan 18:

1816723

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672