FSF og MMR fara undir skúlafótbólt í Føroyum

FSF og MMR fara undir skúlafótbólt í Føroyum
Mentamálaráðið og Fótbóltssamband Føroya hava undirskrivað avtaluna Skúlafótbóltur
 
12.06.2026 - 08:23

- Endamálið við avtaluni er, at fótbóltur skal gerast atkomuligur fyri øll skúlabørn og styrkja trivnað, rørslu og felagsskap, siga Høgni Warberg, fultrúði í Mentamálaráðinum og Christina Ravnsfjall, grassrootssamskipari í  Fótbóltssamband Føroya.

 

a_1537-5_SITE01

 

Hoyr samrøðuna við Høgna Warberg og Christinu Ravnsfjall í Summarmorgni.

 


Sagt verður í tíðindaskrivi, at partarnir eru samdir um, at fótbóltur og rørsla hava ein týðandi leiklut í menningini hjá børnum – bæði kropsliga, sosialt og mentalt. Gjøgnum kropsligt virksemi kunnu børn menna lívsførleikar, styrkja síni sambond og fáa gleði av at vera virkin.

“Við hesum átaki vilja vit styrkja ítróttarliga virksemi í skúlunum og skapa fleiri møguleikar fyri børn og ung at røra seg í gerandisdegnum. Fótbóltur kann vera eitt týdningarmikið amboð til bæði trivnað og læring,” sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður.

Átakið merkir, at skúlar fáa møguleika at seta í verk fótbóltstilboð – bæði í skúlatíð og uttanfyri vanliga undirvísing. FSF fer í hesum sambandi at veita undirvísingartilfar, stuðla við útgerð og bjóða servitan og vitjanir til skúlar kring landið.

“Vit eru sera fegin um samstarvið við MMR. Skúlafótbóltur er ein týðandi liður í at røkka fleiri børnum og geva teimum gleðina við fótbólti. Samstundis styrkir tað felagsskapin og leggur eitt gott grundarlag fyri bæði breiddini og framtíðar menning av fótbólti í Føroyum,” sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari.

Skúlafótbóltur kann verða partur av námsætlanini, til dømis í ítrótti, og kann eisini skipast sum virksemi uttanfyri undirvísingina – alt eftir tørvi og ynski hjá einstaka skúlanum.

Við hesum samstarvi vilja MMR og FSF skapa betri karmar fyri rørslu og felagsskapi og geva fleiri børnum møguleika at verða virkin í einum jaligum og fevnandi umhvørvi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744