G!-høvuðsnavn deyður í tyrluvanlukku í Brasilia

G!-høvuðsnavn deyður í tyrluvanlukku í Brasilia
32 ára gamli Oliver Tree, sum skuldi vera altjóða høvuðsnavnið á G!-festivalinum í summar, er deyður í syrgiligari tyrluvanlukku í Brasilia, har tvær tyrlur stoyttu saman
Oliver Tree bleiv einans 32 ára gamal
Mynd: PR-mynd  
 
14.06.2026 - 19:44

Amerikumaðurin Oliver Tree úr Kalifornia, ið hevur hitt sum "Life Goes On" og "Miss You", skuldi vera altjóða høvuðsnavnið á G!-festivalinum í ár. 

Men heimasíðan TMZ.com veit at siga, at 32 ára gamli amerikumaðurin er deyður í syrgiligu tyrluvanlukkuni í Brasilia, har tvær tyrlur stoyttu saman. 

Oliver Tree var í einari tyrlu saman við fýra øðrum fólkum, meðan bara ein persónur var í hinari tyrluni. 

Øll seks fólkini doyðu.  

Vanlukkan hendi í luftrúminum í útsynningspartinum av Rio de Janeiro í morgun. 

Enn er ikki greitt, hví tyrlurnar stoyttu saman. 

Oliver Tree skuldi byrja eina konsertferð kring heimin 1. juli, og millum annað skuldi leiðin ganga framvið sandin í Syðrugøtu. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341