Handa sáttmálakrøvini um strandfaraskipini fríggjadagin

Handa sáttmálakrøvini um strandfaraskipini fríggjadagin
Fleiri sáttmálar hjá Skipara- og navigatørfelagnum hanga enn í leysum lofti
Skipara- og navigatørfelagið fer nú at handa Fíggjarmálaráðnum krøv um nýggjan sáttmála fyri strandfaraskipini.
 
23.06.2026 - 18:00

Skipara- og navigatørfelagið og Reiðarafelagið hava so at siga ikki tosað saman, síðani Semingsstovnurin kastaði frá sær.

Sáttmálin fyri fiskiskip gekk út 1. apríl í ár.

Partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøvini 19. mars, so formligu samráðingarnar kundu byrja, men eftir bara tveir samráðingarfundir, longu 9. apríl, sendi Reiðarafelagið boð eftir Semingsstovninum. Tá høvdu partarnir bara havt tveir fundir við vanligum samráðingum.

 


Annfinnur Garðalíð. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Viðvíkjandi sáttmálunum við tað almenna fer Skipara- og navigatørfelagið fríggjadagin at handa sáttmálakrøvini fyri strandfaraskipini.

Felagið hevur fleiri sáttmálar við Fíggjarmálaráðið, sum gingu út 1. oktober í fjør.

- Men samráðingarnar ikki eru byrjaðar, sigur Annfinnur í Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum:

 

23062026_Annfnnur_Gardalid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650