Strandarrógving: Vár satsar upp á nýggja OL-grein

Strandarrógving: Vár satsar upp á nýggja OL-grein
Vit kenna best Vár Guriardóttir Hansen sum innirógvara í heimsflokki, men nú er hon farin undir strandarrógving í Føroyum. Málini eru HM og Olympiskir leikir
Vár Guriardóttir Hansen og Sarita Kristina Hansen hava vant í Hósvík
02.07.2026 - 11:00

Vár Guriardóttir Hansen er best kend sum innrógvari í heimsflokki.

Hon eigur fleiri heimsmet á maskinu, og hevur fingið fleiri flott úrslit í sterkum altjóða kappingum.

Hon hevur kortini eina fortíð í føroyska kappróðrarbátinum, og nú er hon aftur á sjónum; hon satsar nevniliga upp á strandarrógving og spildurnýggja OL-grein, sum eitur Beach Sprint. 

Greinin, sum verður á OL-skránni á leikunum í Los Angeles í 2028, er eksplosiv, og riggar tískil væl til sterka føroyingin. Tú rennur til serstaka bátin, rør 250 metrar út at runda eina boyu og síðan innanftur og sandin, har tú sprintar um mállinjuna.

Sí innslag um Vár Guriardóttir Hansen og strandarrógving omanfyri.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161