Umboðsmaðurin gav átalu - umlættingartilboðið er framvegis ikki nóg gott

Umboðsmaðurin gav átalu - umlættingartilboðið er framvegis ikki nóg gott
- Hetta snýr seg um lív, sigur forkvinnan í Javna
Løgtingsins umboðsmaður gav Almannaverkinum álvarsliga átalu.
 
01.07.2026 - 10:25

Javni finst at Almannaverkinum, sum ikki enn hevur veitt einum 13 ára gomlum dreingi við serligum tørvi eitt umlættingartilboð meinlíkt tí, drongurin hevði frammanundan, og sum hann hevur rætt til.

Drongurin er fluttur til Sands til umlættingar, hóast tað er lívsneyðugt fyri dreingin at vera nærri einum sjúkrahúsi.

- Hetta snýr seg um lív, sigur Helena F. Jørmundsson, forkvinna í Javna.

 


Helena F. Jørmundsson. 

 

Løgtingsins umboðsmaður gav í apríl Almannaverkinum eina álvarsliga átalu fyri júst hetta málið.

Almannaverkið skuldi tá alt fyri eitt veita barninum eitt tilboð, sum samsvarar við tilboðið, barnið hevði frammanundan. Men nú, tríggjar mánaðir seinni, er tað framvegis ikki gjørt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01072026_Javni_og_Almannaverkid


 


Hjørdis S. Mortensen.

 

Hjørdis S. Mortensen, stjóri í Almannaverkinum, vil ikki úttala seg til útvarpið, men sigur, at málið verður viðgjørt, og eingin avgerð er tikin enn.

Hon sigur, at Almannaverkið er í holt við at finna eina loysn saman við avvarðandi myndugleikum og foreldrum.

 

 


]]

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672