Føroya rættur brúkar nú eisini MínaBoks

Føroya rættur brúkar nú eisini MínaBoks
Rætturin fer at senda fólki boð við telduposti
Nýggi fráboðanarhátturin er skjótari og einfaldari, sigur Føroya rættur.
 
09.07.2026 - 10:05

Føroya rættur er nú farin at brúka MínaBoks at boða fólki frá, at tey skulu koma í rættin, um tey eru stevnd ella tey fáa eina rættarliga avgerð, ein dóm til dømis.

Talgild kunnuggerð merkir í stuttum, at rætturin sendir eini boð til fólk við telduposti, sigur Føroya rættur. 

Boðini verða roknað sum móttikin og lógliga kunnuggjørd, so skjótt fólk hava viðgjørt tey, latið tey upp, flutt ella strikað boðini.

Nýggi fráboðanarhátturin er skjótari og einfaldari, sigur Føroya rættur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602