Fiskimenn og arbeiðsfólk í Namibia ætla at krevja endurgjald frá Samherja

Fiskimenn og arbeiðsfólk í Namibia ætla at krevja endurgjald frá Samherja
Altjóða felagsskapurin, Transparency International, læt í gjár ákæruvaldinum í Íslandi skjølini um málið
Samherji er skuldsettur fyri at brúka mutur í Namibia og Angola fyri at fáa kvotur har. (Savnsmynd)
 
10.07.2026 - 08:07

Meira enn 1.000 fiskimenn og arbeiðsfólk í Namibia ætla at krevja endurgjald frá íslendska felagnum Samherja, tí tey mistu arbeiðið og tá eisini inntøkuna.

Tey ætla at vera við, um Samherji verður stevndur.

Málið er knýtt at møguliga mutursmálinum hjá Samherja í Namibia, sum bleiv avdúkað í 2019, skrivar RÚV.

Altjóða felagsskapurin, Transparency International, læt í gjár ákæruvaldinum í Íslandi skjølini um málið. 

Transparency International hjálpir fólkinum í Namibia við málinum.

Samherji er skuldsettur fyri at brúka mutur í Namibia og Angola fyri at fáa kvotur har.

 

Skip mistu kvotu

Nógvir teirra, sum nú ætla at stevna, vóru við skipum, sum mistu kvotu, og tí ikki fingu fiskað.

Har eru eisini 300 fólk, sum arbeiddu fyri Samherja í Namiba, men mistu arbeiðið, tá farið var at tosa um mutrið í 2019. 

Ákæruvaldið í Íslandi hevur ikki avgjørt enn, um ákæra verður reist.

Níggju fyrrverandi og verandi fólk hjá Samherja hava rættindi hjá skuldsettum, skrivar RÚV.

Í Namiba eru tíggju menn í varðhaldi. Teir bíða eftir dómi. Teir kunnu fáa heilt upp í 25 ár, verða teir dømdir. 

Samherji noktar seg sekan.

Og ráðharrar og embætisfólk í Namibia nokta seg sek í at hava fingið pengar fyri at geva Samherja kvotur, skrivar íslendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558