Á Summarfestivalinum fara tey at vera á varðhaldi mótvegis rúsevnum

Á Summarfestivalinum fara tey at vera á varðhaldi mótvegis rúsevnum
Opin nýtsla av sterkum rúsevnum er ein nýggjur trupulleiki á tónleikafestivalunum kring landið, sum verður tikin í stórum álvara
Erik Biskopstø, fyriskipari, Summarfestivalurin
Mynd: Bárður Lydersen  
 
23.07.2026 - 20:50

Rúsevni, sum púra opið verða brúkt á festivaløkjum kring landið, er ein nýggjur trupulleiki hjá fyriskiparunum. Trupulleikin kom av álvara fram í ljósið, tá ein gestur á G!-festivalinum seinasta vikuskifti alment greiddi frá síni uppliving, tá nøkur ung fólk settust at snúsa rúsevni uttan at gera nakra roynd at fjala tað, tey gjørdu.

Kringvarpið hevur tosa við festivalfyriskiparar, sum allir eru á einum máli um, at rúsevni undir ongum umstøðum verða góðtikin á teirra festivalum.

Summarfestivalurin í Klaksvík, sum vanliga verður vitjaður av fólki í túsundatali, verður í døgunum 6. til 8. august, og Erik Biskobstø, fyriskipari, sigur, at tey fara at halda eitt vakið eyga við møguligum rúsevnum, og at greiða reglan er null-toleransa.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1823788

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672