Summarfrí við pengum frá ALS

Summarfrí við pengum frá ALS
Fólk, sum eru arbeiðsleys og fáa pengar frá ALS, kunnu nú halda frí við arbeiðsloysisstuðli
 
24.07.2026 - 06:16

Fólk, sum eru arbeiðsleys og fáa pengar frá ALS, kunnu nú halda frí við arbeiðsloysisstuðli.

Kunngerðin um tað er komin. 

Rætturin at halda frí við arbeiðsloysisstuðli verður gjørdur upp í tímum.

Hann kann ikki roknast um til pengar.

Leisturin er tann sami, sum løntakarar brúka til at vinna sær rætt til frítíð við løn, meðan tey arbeiða.

Fyri hvønn mánað í ALS vinna fulltíðararbeiðsleys fólk sær rætt til 2,08 dagar frítíð við arbeiðsloysisstuðli. 

Tað gevur 25 frídagar við arbeiðsloysisstuðli um árið. 

Kunngerðin fær virknað frá 1. apríl 2025. 

Tað vil siga, at fólk, sum hava verið arbeiðsleys farna árið, kunnu fara í feriu við arbeiðsloysisstuðli nú í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650