SF26: Hotel KG verður trýstroynt á Summarfestivalinum

SF26: Hotel KG verður trýstroynt á Summarfestivalinum
Hotel KG er fult á Summarfestivalinum, so tað verður ein góð roynd fyri nýggja hotellið í Klaksvík at hava ein festival í túninum, sigur Eirikur Jákupsson, stjóri
Uni Leitisstein Hansen
Stásiliga Hotel KG í Klaksvík verður ordiliga trýstroynt, nú Summarfestivalurin verður hildin í grannalagnum
06.08.2026 - 14:00

Nógv er broytt í Klaksvík, síðani Summarfestivalurin sá dagsins ljós í 2004. 

Har sum húsvognar áður stóð aftanfyri pallin á Vágsbøi, standa í dag íbúðarhús og eitt spildurnýtt hotell. 

Hotel KG lat dyrnar upp í juli, og sleppur nú veruliga at royna seg, tá túsundtals Summarfestival-gestir gera sína innrás í Klaksvík. 

"Hotellið verður øgiliga fult í sambandi við Summarfestivalin, so vit vera ordiliga trýstroynd upp á tann góða mátan, og vit eru ordiliga spent," greiðir Eirikur Jákupsson, stjóri, frá.

Í sambandi við Summarfestivalin hava tey bæði fyrireikað seg væl og tillagað virksemið til at Sur. 

"Vit vilja helst ikki hava, at fólk standa í kø, so vit hava tillagað matskráirnar, so tær eru einfaldari, so fólk ikki skulu standa í kø. Men vit hava gott fólk á KG, so vit eru spent til avbjóðingina."


"Vit verða trýstroynd upp á tann góða máta næstu dagarnar," sigur Eirikur Jákupsson, stjóri í KG, nú Summarfestivalurin verður hildin nærmast í túninum
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221