- Tíðindi, mentan og ítróttur
SF26: Summarfestivalurin skotin í gongd

Fyrsti dagur av Summarfestivalinum er skotin í gongd, og fyrstu konsertirnar eru byrjaðar í Klaksvík. Nógv fólk eru komin oman á økið at lurta eftir tónleiki og hugna sær. Stóra navnið á skránni hóskvøldið er Hamradun, ið fyri fyrstu ferð nakrantíð letur Vágsbø upp. Men áðrenn teir fara á pall, hevur festivalurin longu boðið upp á bæði góðan tónleik og góðan hýr.
Silent Disco í tjaldinum
Silent Disco er eftirhondini ikki nakað nýtt fyribrigdi í Føroyum. Lýsandi oyrnatelefonirnar eru at síggja á nærum hvørjum festivali, og í ár var Silent Disco fyrsta innslagið á Summarfestivalinum. Børn og ung, men eisini nøkur eldri, dansaðu og stuttleikaðu sær í Tjaldinum, har kendir poppsangir hjá eitt nú Justin Bieber og Rihanna vórðu skrálaðir við.
Tórfríð hevði fyrstu konsertina
Tórfríð Tavsen helt fyrstu konsertina á Summarfestivalinum í ár. Fitt av fólki var komið at lurta eftir songkvinnuni úr Sørvági, sum seinastu tíðina hevur verið nógv frammi við sanginum og sjónbandalagnum um Huldukonuna. Tórfríð byrjaði konsertina við lagnum "Vársins ljóð" og framførdi bæði innilig og orkumikil løg.
Føroyskur blues og fólkatónleikur sum vit kenna hann best
Sámal Ravnsfjall og Benjamin Petersen framførdu føroyskar blues-, folk- og rockslagarar í Tjaldinum klokkan 20. Teir báðir spældu løg úr fleiri av sínum ymsu bólkum, millum annað Vágaverk og Ave. Vinmenn og tónleikafelagar teirra, Jóan Jakku Guttesen, Sáli, og Petur Poulsen vórðu heiðraðir og umboðaðir á pallinum. Tá konsertin leið móti endanum, var Tjaldið fult av áhoyrarum.
Kvinnurokkur á Torginum
Klokkan 21 fór danski kvinnurokkbólkurin Going for The One á pall á Torginum. Trioin hevur fyrr í summar spælt á kenda danska metalfestivalinum Copenhell, og hóskvøldið vitjaði tær fyri fyrstu ferð á Summarfestivalinum. Tær tríggjar spældu melodiskan popprokk við tungum undirtónum og fangandi guittar riffum. Fitt av fólki var komið oman at hoyra rokkdamurnar, og fjøldin tók væl undir við framførsluni.



















