SF26: So óklaksvíksligt sum tað kann verða

SF26: So óklaksvíksligt sum tað kann verða
UMMÆLI: Aggrasoppar umskaptu tjaldið til eina brúna bodega, og megnaðu at geva fjødini eina av bestu konsertupplivingunum á Summarfestivalinum.
Aggrasoppar leveraðu eina feita og gjøgnumførda konsert í tjaldinum fríggjanáttina
Mynd: Finnur Justinussen  
 
08.08.2026 - 12:12

 

Aftaná eina væleydnaða konsertuppliving á Vágsbøi við høvuðsnavninum á Summarfestivalinum, Rasmus Seebach, har ein full fjøld av fólki sang við til kendu og popputu løgini, fylgdi eg spakuliga streyminum yvir ímóti tjaldinum, har eg skuldi hoyra nakað, sum er nokkso langt frá Rasmus Seebach: Aggrasoppar.

Hetta er fyrstu ferð Aggrasoppar spæla á Summarfestivalinum, og tað er kanska ikki júst Aggrasoppar, fólk hugsa um, tá tey hugsa Summarfestivalin í Klaksvík.

So óklaksvíksligt sum tað kann verða

Eg haldi, at verturin og klaksvíkingurin við stóra K, Kristian Joensen, sum seinastu nógvu árini hevur verið fast inventar á Summarfestivalinum, segði tað øgiliga beinrakið, tá hann presenteraði soppanarnar:

„Aggrasoppar. So óklaksvíksligt sum tað kann verða!“

Og sopparnir byrjaðu við einum braki.

Teir bjóðaðu tjaldinum við á døgurðaslang við "Búff og buffet“, fyrsta lagið av aðru plátuni, Døgurðaslang, frá 2023. Og so vóru vit líkasum í gongd.

At fara frá sukursøtum popptónleiki frá Ralla-dronginum til súrt og sopput flower-punk, var sum at fáa ein heitan, skjótan og lekkran frammaná.

Rættiliga skjótt eftir at teir tríggir sopparnir, Eyðfinn B. Lamhauge, Dania O. Tausen og Trygvi Danielsen, vóru byrjaði at upptraðka, varð tjaldið skjótt fult. Aggrasoppar forvandlaðu tjaldið til eina brúna bodega úr Keypmannahavn. Cigarettir og øl skiftu hendur millum áhoyrararnar, og ein heilt serligur hýrur var í fjøldini. Eg kláraði ikki at lata vera við at verða drigin við í hetta serstaka vibe’ið, sum sopparnir borðreiddu fyri fjøldini. Áðrenn eg visti av, stóð Eyðfinn beint frammanfyri mær og rappaði, hann var hoppaður niður millum áhoyrararnar og var nú ein partur av fjøldini.

Og hetta er kanska tað, sum Aggrasoppar duga serliga væl. Tey skapa eitt huglag, har mørkini millum pall og áhoyrara spakuliga hvørva.

Tað Aggrasoppar borðeiða við er tónleikur og yrkingar, ið smelta saman í eina høgri eind. Bólkurin er kendur fyri kraftmiklar og undirhaldandi framførslur, sum fáa grótið at syngja og tey deyðu at klappa.

Marius DC, Kolasalat og fimleikur á pallinum

Mitt í øllum varð morgunfimleikur á pallinum. Dania sprellaði sprellumenn, meðan Eyðfinn og Trygvi tóku armboyggingar.

Soppanir spældu løg av øllum trimum útgávunum sínum, og føroyski rappkongurin Marius DC kom á pallin og rappaði við á bangaranum „KOLASALAT“ av fyrstu útgávu teirra, Æðrasoppar, frá 2020.

Hetta var gott nokk ikki ein konsert, har tú bara stóð og lurtaði. Tað var meira sum at verða drigin inn í eitt soppaunivers, har alt kundi henda.

"Hey, hvussu gongur? Nú, hvussu er skilið?"

Tær bestu konsertupplivingarnar eru tær, har ið tónleikurin og framførslan fáa teg at gloyma tíð og stað. Tá tú bara ert í einari boblu saman við teimum, ið framføra, og hinum áhoyrarunum. Og tað var júst tað, sum eg upplivdi til Aggrasoppar um midnáttarleið fríggjanáttina. Heilt frá byrjan kendist konsertin næstan sum ein feitur, langur sangur. Tað gleið smidliga fyri seg við skjótum tempo og nógvari orku, og áðrenn eg veruliga náddi at hugsa um tað, var eg mitt inni í hesum sopputa universinum.

Men ímóti endanum traðkaðu sopparnir ferðina eitt fet niður.

Eyðfinn helt eina stutta røðu um næsta sangin, "Hann sjálvur“ ið er endalagið á fløguni "Døgurðaslang", sum í stóran part er ein heiðursløta til abba hansara, sum ikki longur er millum okkara. Men sangurin snýr seg eisini um lív og deyða sum heild. Um at missa fólk, vit elska. Um at elska uttan mørk. Og um at verða føddur umaftur gjøgnum trúnna á tað góða í sær sjálvum og í øðrum.

Kjarnin og boðskapurin í sanginum er ein einfaldur spurningur: Hey, hvussu gongur?

Og boðskapurin í sanginum er eisini ein áminning um ikki at bíða ov leingi við at siga tað, sum vit hava hug at siga. At geva sínar rósur, meðan fólk eru her. At elska, liva, klemmast, spæla, dansa, flenna og gráta saman við teimum, vit elska, áðrenn tey ikki eru her meira.

Fyri meg var hetta ein rørandi og fangandi løta. Og júst hendan framførslan av sanginum setti líkasum alla konsertina í perspektiv fyri meg. Mitt í øllum tí feita, óvæntaða og kaotiska, sum sopparnir borðreiddu við, fann eg nakað heilt veruligt, menniskjaligt og andaligt. 

Genial manning

Við sær høvdu sopparnir teir tríggjar Karl Andrias Stórá á bassi, Hjørt P. Háberg á trummum og Kristian Pauli Ellefsen á klaveri. Teir tríggir svingaðu væl saman við soppunum, og Kristian Pauli, sum eftirhondini má vera ein av teimum mest brúktu tónleikarunum á føroysku livescenuni, hevði enn keypsmerkið hangandi á sólbrillunum.

Tjekkað.

Og hóast alt, sum hendi á pallinum, kundi tykjast spontant og tilvildarligt, var tónleikurin sera væl spældur. Tað sat í skápinum, men eg hevði heldur ikki væntað annað. Eyðfinn, Dania, Trygvi, Karl Andrias, Hjørtur og Kristian Pauli leveraðu eina framúrskarandi tónleikauppliving á Tjaldinum fríggjanáttina.

Hvør skapti sopparnar, Gud í himlinum

Og takk og lov fyri tí.

Hetta var ein av teimum bestu og mest gjøgnumførdu konsertupplivingunum, eg havi havt á Summarfestivalinum.

Mann kann siga, at opposites attract, tí hóast Aggrasoppar og Summarfestivalurin á pappírinum kunnu tykjast sum tvey rættiliga ymisk univers, passaðu sopparnir bara heilt væl inn á tónleikaskránna hjá Summarfestivalinum. Áðrenn eg visti av, var konsertin liðug. Og eg hevði als ikki fingið nokk av Aggrasoppum. Júst sum eg hevði tað, tá eg sá ta loyniligu konsertina hjá bólkinum í fjósinum á G! Festivalinum fyri nøkrum árum síðani, fór eg úr Tjaldinum við einari kenslu av, at eg hevði verið til eina konsert, ið av álvara var komin inn undir húðina á mær.

Tú hoyrdi tað her fyrst:

Aggrasoppar á Summarfestivalinum var heilt forbannað well.

 

Ummæli gjørdi Bjartur Sigmundarson

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558