- Tíðindi, mentan og ítróttur
SF26: Disney klassikarir og føðingardagsheilsanir á Vágsbøi

Leygardagurin á Summarfestivalinum byrjaði klokkan 17 á Vágsbøi við familjukonsertini "Øll elska Disney“, har kendir Disney sangir fyltu festivaløkið.
Heilt fitt av fólki vóru komin oman á Vágsbø at hoyra Lailu Carlsen og spírarnar úr Hoydølum, Sophiliu og Bjarka, tulka nakrar av mongu sangklassikarunum úr Disney heiminum.
Á skránni vóru sangir úr filmum sum The Lion King, Tarzan, Moana, The Jungle Book, Zootropolis og Cars. Tað var tí nógv at kenna aftur hjá teimum yngru, men eisini hjá foreldrum og øðrum vaksnum, sum eru voksin upp við Disney filmunum.
Frá pallinum ljómaðu kendir tónar, meðan børn og vaksin savnaðust framman fyri pallin. Konsertin var løgd til rættis sum ein familjukonsert, og hýrurin á Vágsbøi var merktur av sangi, góðum lagi og kendum løgum, sum fjøldin sang hjartaliga við til.
"Øll elska Disney“ konsertin varð fyrstu ferð hildin á Summarfestivalinum í fjør, og fekk sera góða móttøku. Í ár varð konsertin endurtikin við nýggjum sangarum og sangum, og aftur varð móttøkan góð og nógv fólk vóru møtt upp at lurta og syngja við.
Tillukku, tillukku
Ímóti endanum av konsertini kom eisini ein serlig føðingardagsheilsan. Sophilia fortaldi, at tvey børn høvdu føðingardag í dag, og so varð øll fjøldin boðin við at syngja tillukku saman við teimum á pallinum.
Við "Øll elska Disney" varð tónleikaskráin á Summarfestivalinum leygardagin sett í gongd, og nógv meira tónleikur er á skránni, áðrenn festivalurin er liðugur.






















