Íslendsku samráðingarnar við ES kunnu broyta støðuna í Føroyum

Íslendsku samráðingarnar við ES kunnu broyta støðuna í Føroyum
Tann 29. august skulu íslendingar atkvøða um Ísland skal taka samráðingarnar við ES, um íslendskan ES-limaskap uppaftur. Bárður á Steig Nielsen heldur, at hetta er áhugavert.
Bárður á Steig Nielsen, Landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, heldur íslendsku fólkaatkvøðuna verða sera áhugaverda
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.08.2026 - 12:49
 

Fólkaatkvøðan í Íslandi um at fara til samráðingar við ES um Íslendskan limaskap í handilssamgonguni er sera áhugaverd, tí at hetta kann koma at hava stóran týdning fyri Føroyar og Føroyska kjakið um ES-limaskap. Tað heldur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum. 

 - Ísland er eitt samfelag sum eisini hevur øgiliga nógva fiskivinnu, og avbjóðingin í Føroyum at fáa uppbakning fyri at fara í dialog við ES er at fiskivinnan í ES-limalondum vanliga verður stýrd úr Brússel, og tað vilja føroyingar sjálvandi ikki hoyra talan um, tí at tað primert er tað vit liva av. So tað er øgiliga spennandi at fylgja kjakinum sum er í Íslandi.

Hoyr alla samrøðuna við landsstýrismannin her:

1826114

 

Ein kanning, sum varð gjørd í juni vísir, at góð 53 prosent av teimum, sum ætla at atkvøða í fólkaatkvøðuni, siga seg fara at atkvøða fyri.

Tað er ikki nógvur munur á hvussu menn og kvinnur svaraðu tá tey vóru spurd.

Tey, sum eru millum 40 og 49 ár taka í stórstan mun undir við nýggjum samráðingum um íslendskan ES-limaskap. 

Tey atfinningarsamastu eru fólk, sum eru 70 ár og eldri. 

Verður hugt eftir hvussu fólk atkvøða alt eftir hvar í Íslandi tey búgva sæst, at stórsta undirtøkan fyri nýggjum samráðingum er í høvuðsstaðarøkinum. Minsta undirtøkan er í eysturíslandi (Austurland), har bert 23,9 siga seg fara at svara ja í komandi fólkaatkvøðuni.

Stórsti hugburðsmunurin sæst, um hugt verður eftir politiskum tilknýti. Tey sum siga seg velja sosialliberala flokkin Viðreisn taka í nógv stórstan mun undir við nýggjum samráðingum ímeðan tey sum siga seg velja høgravendu flokkarnar miðflokkin og sjálfstæðisflokkin í nógv minstan mun siga seg fara at atkvøða ja.

Hóast undirtøku fyri samráðingum, sær tað út til, at tað framvegis er ein meiriluti av íslendska fólkinum, sum er ímóti íslendskum limaskapi í ES.

Tað skrivar íslendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666