Føroyar ikki áhugaverdar hjá Air France/KLM

Føroyar ikki áhugaverdar hjá Air France/KLM
Franska-niðurlendska flogfelagið hevur slept ætlanini at flúgva upp á Føroyar, tí marknaðurin er ov lítil
 
08.01.2014 - 14:35

Air France/KLM fer ikki at flúgva upp á Føroyar.

Tað sigur stjórin hjá Air France/KLM í Danmark, Guillaume Glass, við heimasíðuna Check-in.dk, sambært Vágaportalinum

- Vit hava ongar ætlanir at flúgva til Føroya næstu árini, tí marknaðurin er ikki nóg stórur, sigur hann við donsku heimasíðuna.

Í Føroyum í fjør

Í fjør vóru umboð fyri Air France/KLM í Føroyum og kannaðu viðurskiftini í Vágum.

Chek-in skrivar, at flogfelagið sigur Norðurlond at vera sín heimamarknað, og tí hevði verið nátúrligt eisini at knýtt Føroyar upp í rutukervið. Air France/KLM flýgur frammundan til floghavnir í Danmark, Noregi og Svøríki.

Men sambært Check-in.dk er líkt til, at hetta verður av ongum, ið hvussu er í hesum umfari. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650