Føroysk familja í Bogotá: Eru fyrireikaði upp á eftirskjálvtar

Føroysk familja í Bogotá: Eru fyrireikaði upp á eftirskjálvtar
Rani A. Skaalum er saman við konu og fýra synum í kolumbianska høvuðsstaðnum. Tey hava tað gott, men jarðskjálvtin fyllir nógv, og myndugleikarnir ávara um eftirskjálvtar
Mynd: Savnsmynd  
 
11.08.2026 - 19:33

Bjargingarlið í Kolumbia kappast við tíðina at finna fólk á lívi eftir harða jarðskjálvtan, sum rakti vestara partin av landinum í gjár.

Jarðskjálvtin varð máldur til 7,4, og meira enn 200 fólk eru funnin deyð, sambært CNN. Kolumbianska stjórnin hevur lýst tjóðarvanlukku, og fleiri lond hava boðið sær at hjálpa.

Jarðskjálvtamiðdepilin var nærindis San José del Palmar, umleið 240 kilometrar vestanfyri høvuðsstaðin, Bogotá. Summi av teimum harðast raktu økjunum eru illa atkomulig, og hjálpin er enn ikki komin fram allastaðni.

Í Bogotá er Rani Andrasson Skaalum staddur saman við konu síni og fýra synum. Tey eru í Kolumbia í samband við arbeiði fyri OM-felagsskapin, og Rani og konan arbeiða á einum skúla í høvuðsstaðnum, sum hevði fyrsta almenna skúladag í gjár. 

Teimum veit væl við, men tey hava ikki upplivað ein jarðskjálvta áður.

Rani_Skaalum_i_Bogota_1

 

Hóast høvuðsstaðurin ikki var illa raktur av jarðskjálvtanum, so fyllir hetta nógv í Kolumbia.

Rani_Skaalum_i_Bogota_2

 

Myndugleikarnir í Kolumbia hava ávarað fólk, at eftirskjálvtar kunnu koma, og tað hevur Skaalum-familjan fyrireikaði seg upp á kann fara at henda.

Rani_Skaalum_i_Bogota_3

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329