- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eingin samrøða við miðlar fyrr enn flytingarvindeygað er latið aftur

Andrias Edmundsson sleppur ikki at gera samrøðu við miðlar fyrr enn eftir flytingarvindeygað er latið aftur.
Tað hevur Dino Guerrini, miðlastjóri hjá Hellas Verona, upplýst fyri Kringvarpinum.
Kringvarpið bað um samrøðu við føroyska landsliðsverjuspælaran, eftir at hann um vikuskiftið var liðskipari hjá Verona í fyrsta dystinum í nýggja kappingarárinum. Verona, sum nú spælir í Serie B, tapti dystin 2-1 á heimavølli fyri Ascoli.
Men Verona vil bíða við samrøðuni.
- Latum okkum hyggja upp á støðuna eftir fyrstu vikuna í september. Felagið vil helst skipa fyri samrøðum, eftir at flytingarvindeygað er latið aftur, sigur miðlastjórin hjá Hellas Verona í stuttari viðmerking til Kringvarpið.
Kann seta ferð á gitingarnar
Svarið kann seta ferð á gitingarnar um framtíðina hjá føroyska landsliðsverjuspælaranum, nú fáir dagar eru eftir av flytingarvindeyganum.
Andrias Edmundsson skifti úr Wisła Płock til Hellas Verona í februar í ár, og hevur sáttmála við italska felagið til 2029. Áðrenn skiftið til Italia var áhugi fyri honum úr fleiri feløgum.
Einki ítøkiligt er tó komið fram um, at onnur feløg hava boðið upp á Andrias Edmundsson í hesum flytingarvindeyganum. Tí ber heldur ikki til at staðfesta, at avgerðin hjá Verona um at bíða við samrøðum hevur samband við eina møguliga flyting.
Men boðini frá felagnum kunnu geva nýtt lív til spurningin um, hvørt Andrias Edmundsson framvegis er Verona-spælari, tá flytingarvindeygað letur aftur týsdagin 1. september.

























