Skipanes latið Smyril Line

Skipanes latið Smyril Line
Skipið er smíðað i Kina, og fer nú undir heimferðina
Skipanes er latið Smyril Line í dag, og nú verður gjørt klárt at sigla til Føroya.
Mynd: Smyril Line  
 
25.08.2026 - 12:50

Í dag er nýggja farmaskipið, Skipanes, latið Smyril Line.

Skipanes er fyrra av tveimum nýggjum Ro-Ro farmaskipum, sum Smyril Line hevur latið byggja, og sum eru partur av eini størri íløgu í at endurnýggja og framtíðartryggja flotan, skrivar Smyril Line.

Skipanes varð latin Smyril Line frá CIMC Raffles skipasmiðjuni í Yantai í Kina, og fer nú undir heimferðina úr Kina.

Hitt farmaskipið, sum Smyril Line letur byggja í Kina, Akranes, var royndartúr í juni mánaði, men tá hendi eitt óhapp við aksel-generatorinum, sum gjørdi, at eitt størri arbeiði mátti gerast.

Tá segði Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, at seinkingin kundi vera fleiri mánaðir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928