Skúlin á Trøðni átti at verið eitt flaggskip

Skúlin á Trøðni átti at verið eitt flaggskip
Hann loftar teimum næmingum, sum fólkaskúlin ikki rúmar, og átti at verið eitt flaggskip, heldur enn at líta á gávur til sítt virksemi, heldur forkvinnan í MEGD
27.08.2026 - 19:24

Mánadagin bórust tíðindini í Degi og viku um, at Skúlin á Trøðni hevði fingið eina stóra gávu. Tað er Javni, sum hevur søkt Elsassfonden í Danmark um stuðul til skúlan, og tey valdu at stuðla við 100.000 krónum til nýggjar leikur.

Forkvinnan í Megd fegnast um stóru gávuna til skúlan. Men hon er kortini ivasom um støðuna og gongdina.

- Tað reisir so eisini spurningin, um tað er rætt, at ein skúli sum Skúlin á Trøðni skal noyðast at líta á at fáa gávur frá øðrum fyri at hava ráð til grundleggjandi ting í skúlanum.

Eigur at raðfestast fremri
MEGD er meginfelag fyri 24 limafeløg. Javni er bara eitt av feløgunum, sum hevur næmingar í Skúlanum á Trøðni. Og av tí at hann er einasti skúli av sínum slag í landinum, so eigur hann at vera raðfestur fremri, heldur Ása Olsen.

- Skúlin á Trøðni loftar í nógvum førum teimum næmingum, sum fólkaskúlin ikki megnar at rúma. Tí átti hann at verið eitt flaggskip innan fyri serøkið og brekøkið. Hann eigur ikki at mangla. Tað er ikki langt síðan, at barnaumboðsmaðurin gjørdi eina niðurstøðu, eina kanning, og bara tað, at ljóðviðurskiftini vóru úti av lagi. Tað er ein gamal skúli, hann er frá 1976, og hann má dagførast. Tørvurin á skúlaaumboðum, á lærarum og øllum tí, tað má vera í lagi.

Eingin nýggjur trupulleiki
- Eg haldi, at tað er ein gamal trupulleiki. Við tað, at skúlin er í hasi støðuni, sum hann er í í dag, so eru nógv landsstýri, sum hava sitið uttan at hava gjørt nakað.

- Men tað, sum er øgiliga týdningarmikið nú, tað er, at mann fer inn og hyggur eftir, hvønn tørv skúlin hevur. Og so gevur mann eina játtan á fíggjarlógini, sum svarar til tað.

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860