Løgfrøðiligt ivamál við nýggju pantskipanini

Løgfrøðiligt ivamál við nýggju pantskipanini
Orsakað av løgfrøðiligum ivamáli er ikki vist, at nýggja pantskipanin fær gildi 1. septembur, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, er við at vera klár at seta nýggju pantskipanina í verk. Í løtuni bíðar hon eftir at hoyra frá Fíggjarmálaráðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.08.2026 - 18:10

13. mai 2024 samtykti løgtingið lógaruppskot um pantskipan fyri íløt. Henda lógin skuldi gera tað gjørligt hjá fólki at sleppa av við øll sløg av panti á einum og sama stað, heldur enn at fara í fleiri ymiskar handlar.

Lógin skuldi setast í gildi við kunngerð. Eitt uppskot til kunngerð varð sent í hoyring í juni í ár. Tá var ætlanin, at skipanin skuldi fáa gildi 1. septembur. Nú er ivamál, um tað krevur eina lógarbroyting.

- Hetta er nakað, mann er blivin varigur við nú, tá mann trýstroynir lógina fyrstu ferð hesum viðvíkjandi. Og har er ein teknikalitetur, sum skal koma upp á pláss, soleiðis, at mann á ongan hátt fer at ávirka prísirnar hjá seljarunum ella nakað tílíkt. Tað kann vera, at vit hava lagt mvg á pantið. Prísstrukturarnir skulu ikki broytast av einum lógarverki, sum vit koma við.

Stendur tað til Eyðdis Hartmann Niclasen, so gongur ikki long tíð, til nýggja pantskipanin fer at virka. Vit hava hoyrt um hesa ætlaðu pantskipanina í nógv ár. Spurd, um vit eru komin hartil, at nýggja skipanin kann setast í verk, sigur hon soleiðis.

- Ja, tað vil eg siga. Nú eru vit klár við IRF, støðin er jú komin upp á pláss. Hetta skal eydnast. Men har er bara okkurt, sum skal rættast til, og tað noyðast vit at gera.

Hoyr innslag úr útvarpstíðindunum.

1829550

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572