Átta fólk deyð í ferjuvanlukku - 18 ikki komin afturíaftur

Átta fólk deyð í ferjuvanlukku - 18 ikki komin afturíaftur
Millum tey bjargaðu eru skipari og manning, sum myndugleikarnir halda aftur
Ferjan fleyt eina løtu, áðrenn hon sakk.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
31.08.2026 - 08:57

Átta fólk eru nú staðfest deyð, og 18 eru ikki afturíafturkomin eftir vanlukkuna norðan fyri Kýpros í Miðjarðarhavinum í gjár, tá ferðamannaskipið Filojet holvdist og sakk.

Tilsamans 267 fólk vóru við - 259 ferðafólk umframt manningina, sum taldi átta. 

Skipari og manning vóru bjargað, men eru síðan afturhildin av myndugleikunum í Norðurkýpros.

Hetta hevur forsætisráðharrin í Norðurkýpros, Ünal Üstel, upplýst sambært bretska kringvarpinum BBC.

 

Var á veg til Turkalands

Vanlukkan hendi tíðliga seinnapartin lokala tíð, tá skipið, ein tvíkilja, var á veg úr Kyrenia í Norðurkýpros til Taşucu í Turkalandi. 

Stutt eftir fráferð kom sjógvur í skipið, sum síðan koppaði. Tað fleyt eina løtu við bara kjølinum uppi, áðrenn tað sakk.

Norðurkýpros er turkiski-kýpriotiski parturin av Kýpros, sum hevur verið býtt í tvey síðan 1974, tá turkiskar herdeildir gjørdu innrás eftir eitt grikskt stuðlað kvett. 

Norðurkýpros lýsti seg sjálvstøðugt Í 1983 sum Turkiska lýðveldið Norðurkýpros, men tað verður bara viðurkent sum sjálvstøðug tjóð av Turkalandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860