Leirdúgvukongar: Báðir meistararnir hava skotið betur fyrr

Leirdúgvukongar: Báðir meistararnir hava skotið betur fyrr
Esmar Joensen vann FM-heitið í OL-trap fyri aðru ferð, og Tórur Fløtt gjørdist aftur meistari í OL-skeet, men báðir hava skotið betur onkuntíð fyrr
Tórur Fløtt og Leivur Joensen heilsast eftir lokna kapping
01.09.2026 - 10:01

Báðir føroyameistararnir í skjóting um vikuskiftið hava skotið betur fyrr.

 - Tað er stórt at vera føroyameistari. Serstakliga tá tað gongur so illa innleiðandi, segði Esmar Joensen úr Byrsumúla.

 - Áðrenn kappingin byrjaði, hevði eg væntað tað (at vunnið, blaðm.), men sum kappingin leið, bleiv eg meir og meir nervøsur, tí tað gekk so illa, segði Tórur Fløtt úr Sunda Byrsufelag.

Felags fyri teir báðar var kortini, at teir fingu innstillað bæði siktið og høvdið, tá finaluumførini skuldu skjótast.

Esmar Joensen vann nevniliga OL-trap fyri aðru ferð, og Tórur Fløtt legði eitt føroyameistaraheiti afturat teimum mongu, sum hann hevur skotið seg til ígjøgnum 16 kappingarár.

Teir báðir vóru ávíkavist fimm og fýra stig frammanfyri nærmastu kappingarneytarnar Bartal Klettheyggj og Leiv Joensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928