Reyði Krossur og landsstýrið lata hálva millión í neyðhjálp til Nepal

Reyði Krossur og landsstýrið lata hálva millión í neyðhjálp til Nepal
Vatnflóðin hevur higartil kravt fleiri enn 1.000 mannalív
Pengarnir úr Føroyum fara til neyðhjálpararbeiðið hjá nepalska Reyða krossi, sum veitir hjálp á staðnum, har tørvurin er størstur.
Mynd: Reyði Krossur  
 
01.09.2026 - 14:42

Reyði krossur Føroya og landsstýrið lata í felag 500.000 krónur í neyðhjálp, eftir ógvisligu vatnflóðina í Nepal.

Tað var 26. august, at ein vatnflóð rakti eitt øki á markinum millum Nepal og Tibet

Pengarnir úr Føroyum fara til neyðhjálpararbeiðið hjá nepalska Reyða krossi, sum veitir hjálp á staðnum, har tørvurin er størstur.

Neyðhjálpararbeiðið fevnir eitt nú um leiting og bjarging, fyrstuhjálp, fyribils skjól, neyðsynjavørur, mat, reint drekkivatn, reinføri, heilsuhjálp, sálarligan stuðul og fíggjarligan stuðul til húski, ið eru rakt.

Sambært nepalsku myndugleikunum hevur náttúruvanlukkan kravt í minsta lagi 1.003 mannalív higartil og 3.961 fólk eru ikki komin afturíaftur, skrivar AFP-tíðindastovan.

Í Tibet eru 546 fólk ikki komin afturíaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672