Stjørnuskot í Danmark: "Føroyar er eisini mítt heim"

Stjørnuskot í Danmark: "Føroyar er eisini mítt heim"
21 ára gamla Fríða Saiya hevur beina kós móti donsku popptindunum eftir útgávuna av sínari fyrstu EP, "['fryi:ja 'sai:ja]". Fríða er gestur í LEITISSTEIN fríggjadagin kl. 13
Mynd: Amanda Magnussen  
 
03.09.2026 - 22:45

Hóast Fríða Saiya er uppvaksin í Keypmannahavn, so tosar hon eitt flott, flótandi og ramligt norðoyamál við longum og skerfløtum A-um heldur enn Á-um. 

Navnið Fríða Saiya er eisini bara eitt pallnavn, tí hon eitur í veruleikanum Fríða Vágsheyg Sigurðsson. 

"Hatta 'Saiya' er eitt bland av bókstavunum í Vágsheyg og Sigurðsson, sum eg fann uppá, tí fólkini á plátufelagnum vildu hava, at eg eisini æt eitt navn, ið var lætt hjá dønum at úttala," avdúkar 21 ára gamal tónlistakvinnan brosandi. 

 

Gestur í LEITISSTEIN

Fríða Saiya gav herfyri út sína fyrstu EP, "['fryi:ja 'sai:ja]", ið er pallnavn hennara skrivað við fonetiskum stavum, og síðani hevur hon havt góðan vind í seglunum. 

Sangurin "To lanterner", ið hon hevur skrivað og framførir saman við Mathias Ranch, hevur verið Ugens uungåelige á P3 hjá Danmarks Radio, og so er Fríða Saiya eisini úttikin til at luttaka í P3's Næste, sum er nýggja navnið hjá gamla Karrierekanonen. 

Hartil so hevur hon júst verið á umfatandi konsertferð í Danmark. 

Fríða Saiya er gestur í LEITISSTEIN í morgin, fríggjadagin, klokkan 13. 

"Vit tosa føroyskt heima, og eg føli, at Føroyar er eisini mítt heim, tí øll mín familja er har, og eg vitji ofta í Føroyum. Tú kanst siga, at eg eri uppvaksin føroyskt í Danmark."

Fríða Saiya 

 

Dóttir Birgir úr I Am

Fríða Saiya er føroysk frá innast til uttast, hóast hon er uppvaksin í Keypmannahavn, har hon eisini býr. 

Fríða er dóttir Birgir Sigurðsson, ið fólk flest kenna sum sangara í andaliga rokkbólkinum I Am, og Honnu Vágsheyg hjá Jógvan hjá Peila, sum ein klaksvíkingur vildi sagt.  

"Jú, eg eri alt hatta har," svarar Fríða, tá hon verður spurd um upphavið. "Men annars eri eg bara Fríða, eri 21 ára gomul og geri tónleik í Danmark."

 

Hóast Fríða hevur búð í Danmark alt lívið - hon var nýføðingur, tá tey fluttu niður - so hevur hon eitt tætt tilknýti til Føroyar. 

"Vit tosa føroyskt heima, og eg føli, at Føroyar eisini mítt heim, tí øll mín familja er har, og eg vitji ofta í Føroyum. Tú kanst siga, at eg eri uppvaksin føroyskt í Danmark."
 

Luttók í MGP

Tað kann kanska tykjast eins og Fríða Saiya brádliga er komin burtur úr ongum og upp á donsku popptindarnar, men tað er ikki heilt rætt. 

Longu sum 11 ára gomul luttók Fríða í danska barnaprixnum MGP saman við vinkonuni Saruh við sanginum "Hvor bliver du af?" 

Tað gekk væl hjá Fríðu og Saruh, sum tá brúkti pallnavnið "Froja", tí tær komu í finaluna í danska MGP, har tær endaðu nummar trý. 

 

Tónleikurin altíð fylt nógv

Í sambandi við luttøkuna í MGP, gjørdi Rúni Jákupsson eina samrøðu við Fríðu og mammuna Honnu í Góðan morgun Føroyar.

Longu tá kemur týðiliga fram, at tónleikur altíð hevur verið tað, ið Fríða hevur tímað best.

Og so staðfestir samrøðan eisini, hvussu væl Fríða dugir at tosa føroyskt, hóast hon er uppvaksin í Keypmannahavn. 

Samrøðan kann hoyrast her:

Frida_i_GMF_i_2016_hosdagin_21_juni

 

Satsar upp á tónleikin

Hóast Fríða ikki vann MGP, so hevur hon ikki helmað í við tónleikinum. 

"Eg havi altíð sitið og framleitt tónleik heima á kamarinum, og foreldrini hava altíð stuðlað mær ordiliga væl við at keypa mær útgerð og forrit, so tað hevur borið til," greiðir Fríða frá. 

Úrslitið er, at Fríða hevur fingið sáttmála við danska plátufelagið No3, sum er eitt undirfelag hjá Sony Music.

Annars er Fríða Saiya júst liðug við tónleikamiðnám, sum hon hevur tikið upp á fýra ár. Har hevur hon eisini hitt kapellmeistaran í bólkinum hjá sær, Bastian í Brekkunum, sum eisini er føroyingur.  

"Øll í bólkinum eru vinfólk hjá mær, og tað dámar mær ordiliga væl. Eg vil gjarna hava míni vinfólk við á hesa ferðina hjá mær, heldur enn at eg skal ganga einsamøll og dúva upp á yrkistónleikarar, ið eg ikki kenni."

 

Feril av pallræðslu

Fríða Saiya ásannar eisini erliga, at hon altíð hevur havt ein feril av pallræðslu.

"Tað er nokk bara hasin stemningur av, at har eru ein rúgva av fólki, sum eru komin fyri at lurta eftir tær, og tey líkasum vænta, at tú dugir ordiliga væl."

Nógvu konsertirnar, ið Fríða Saiya hevur spælt í summar, hava linkað fjálturin, fyri at fara á pallin, nógv. Fríða Saiya hevur eisini funnið upp á eitt snilt triks, ið hevur hjálpt henni við fjáltrinum.  

"Eg gangi eina løtu millum áskoðararnar beint áðrenn konsertina, tí eg eri slett ikki nóg kend til, at fólk kenna meg aftur, so eg fái frið. Tað hevur hjálpt væl."

So er spurningurin, hvussu leingi tað fer at ber til hjá Fríðu Saiyu, tí hon tykist hava beina kós móti hægstu popptindunum í Danmark. 

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, ella tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hvør: Fríða Saiya (Fríða Vágsheyg Sigurðsson)

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572