- Tíðindi, mentan og ítróttur
Harðari treytir at fáa varandi uppihaldsloyvi
Harðari treytir at fáa varandi uppihaldsloyvi
Ein treyt verður, at útlendingar skulu hava staðið roynd í føroyskum sum annaðmál

02.09.2026 - 07:52
Í nýggju útlendingalógini, sum er á veg, vera harðari treytir enn nú eru fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.
Ein treyt verður, at útlendingar skulu hava staðið roynd í føroyskum sum annaðmál, áðrenn tey fáa varandi uppihaldsloyvi.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmann.
Nú eru heldur eingi krøv um føroyskan málførleika, tá varandi uppihaldsloyvi vera latin í sambandi við familjusameining.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















