- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størri fyribyrging og vitan skulu minka talið á arbeiðsvanlukkum

Vit seta framvegis met í deyðsvanlukkum á arbeiðsplássum, og føroyska miðaltalið fyri deyðsvanlukkur er vaksið síðani í fjør.
Í fjør var miðaltalið 3,2 deyðsvanlukkur fyri hvørji 100.000 arbeiðsfólk, men nú er miðaltalið vaksið upp í 4,02 deyðsvanlukkur.
Miðaltalið í øllum Evropa er 1,6 deyðsvanlukkur fyri hvørji 100.000 arbeiðsfólk. Okkara miðaltal fyri tíðarskeiðið 2009-2025 er sostatt meri enn hálvatriðju ferð størri.
Norðurlond hava sum heild nógv færri arbeiðsvanlukkur enn restin av Evropa, men ikki Føroyar.
Evelyn Gaard er nýggj forkvinna í Arbeiðsumhvørvisráðnum.
Hjá okkum eru tølini meira enn níggju ferðir størri enn í Íslandi, og fýra ferðir størri enn í Danmark, Svøríki og Finnlandi.
- Vit skulu hava størri fyribyrging við vitanardeiling, til tess at røkka null-hugsjónini um arbeiðvanlukkur, sigur Evelyn Gaard, serfrøðingur í trygd á arbeiðsplássum.
Hon er eisini nýggj forkvinna í Arbeiðsumhvørvisráðnum, sum skal ráðgeva landsstýrinum í arbeiðsmarknaðarmálum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Arbeiðsumhvørvi var evnið í Breddanum fyrrapartin.

























