Niels Midjord í miðdeplinum á Mentanardøgum í Fuglafirði

Niels Midjord í miðdeplinum á Mentanardøgum í Fuglafirði
Árligu Mentanardagarnir í Fuglafirði eru byrjaðir, og í ár verður serligur dentur lagdur á listamannin og tónleikaran, Niels Midjord
Niels Midjord
Mynd: Savnsmynd  
 
04.09.2026 - 09:12

– Niels var ein, sum luttók í nógvum ymiskum virksemi, m.a sum arkitektur, tónleikari, sangari og umsetari, sigur Kristina Gry Berg, leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði.

Niels Midjord er at síggja á skránni á Mentanardøgunum í Fuglafirði á ymiskan hátt. Millum annað verður ein sergjørd sjónleikakonsert við sangum, sum hann hevur sungið.

Til hesa konsertina luttaka Guðrið Hansdóttir, Benjamin Petersen og Dánjal á Neystabø.

Kristina Gry Berg sigur, at Mentanardagarnir hava stóran týdning fyri Fuglafjørð, tí fólk, feløg, fyritøkur og stovnar savnast um at skapa. Fleiri hugskot, sum eru sprottin úr Mentanardøgunum, hava eisini verið varandi í Fuglafirði.

– Mentanardagarnir eggja okkum til at vera skapandi. Ofta verður ymiskt roynt á fyrsta sinni hesar dagarnar, sum síðani verður verandi, sigur hon.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
 

04092026_Mentanardagar_Fuglafjordur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329