Føroyar og ES skulu hittast regluliga um at styrkja samstarvið

Føroyar og ES skulu hittast regluliga um at styrkja samstarvið
Lítið ítøkiligt kom burtur úr fundinum millum Beinir Johannesen, løgmann, og Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, í Nuuk fyrrapartin
Beinir Johannesen, løgmaður, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, høvdu fund í Nuuk fyrrapartin.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
07.09.2026 - 13:51

Beinir Johannesen, løgmaður, fekk eingi lyfti frá Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, á fundinum, sum tey bæði høvdu í Nuuk fyrrapartin.

- Vit greiddu frá okkara støðu viðvíkjandi ES, og at vit eru opin fyri at styrkja samstarvið við ES á nógvum økjum. Vit gjørdu eisini vart við trupulleikan, at Føroyar hava ikki nóg góða marknaðaratgongd fyri virkaðar fiskavørur á ES-marknaðinum, sigur Beinir Johannesen.

 


Mette Frederiksen, forsætisráðharri, var eisini við á fundinum hjá løgmanni og forkvinnuni í ES-nevndini. (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

 

Løgmaður sigur, at tað er ikki bara sum at siga tað at fáa størri marknaðargongd, men á fundinum var avtalað at hittast regluliga, við tí endamáli at styrkja samstarvið millum ES og Føroyar.

- Hinvegin mugu vit bara viðurkenna, at tá ið ræður um marknaðaratgongd, er tað meira fløkt. Tað hevur tikið langa tíð, og limalondini skulu sannførast, sigur Beinir Johannesen.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við løgmann eftir fundin við Ursula von der Leyen í Nuuk:

 

07092026_Beinir_og_Ursula

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391