Sjúkrahúsverkið skal hava nýggjan varastjóra

Sjúkrahúsverkið skal hava nýggjan varastjóra
Tummas í Garði, sum hevur røkt starvið í fleiri ár, er farin frá, men starvast sum lækni parttíð
Sjúkrahúsverkið søkir eftir varastjóra við læknafakligari bakgrund.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2026 - 14:33

Sjúkrahúsverkið søkir nú eftir varastjóra við læknafakligari bakgrund.

Varastjórin er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum og er partur av leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum saman við sjúkrahússtjórunum og hinum varastjórunum. Varastjórin við læknafakligari bakgrund virkar eisini sum læknafakligur ráðgevi hjá Heilsu- og orkumálaráðnum.

Søkt verður eftir serlækna við leiðsluførleikum, innliti í sjúkrahúsvirksemi og heilsuøkið sum heild og góðum samstarvs- og samskiftisevnum.

 


Tummas í Garði er givin sum varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, men starvast parttíð sum lækni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.

Umsóknarfreistin er 28. september.

Tummas í Garði hevur verið varastjóri í tilsamans 15-16 ár. Hann er nú farin frá sum tænastumaður, og arbeiðir nú sum lækni í parttíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742