Effo ákært fyri at bróta dátuverndarlógina - málið kemur fyri fríggjadagin

Effo ákært fyri at bróta dátuverndarlógina - málið kemur fyri fríggjadagin
Dátueftirlitið, sum meldaði Effo, hevur mælt ákæruvaldinum til, at fyritøkan fær 15 milliónir kr. í bót
Effo er ákært fyri at hava brotið dátuverndarlógina.
 
07.09.2026 - 16:03

Føroya rættur fer fríggjadagin at viðgera eitt mál, um at Effo hevur brotið dátuverndarlógina.

Dátureftirlitið meldaði Effo til løgregluna og mælti til, at bótin verður 15 milliónir kr.

Tað var í mai í 2024, at Kringvarpið fyrstu ferð bar tíðindini um málið. Dátueftirlitið meldaði Effo 1. mai í 2024.

Men málið er eldri enn tað. Tað byrjaði í 2022, tá ið Effo sjálvt sendir Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot. Teldusníkar høvdu lopið á kt-skipanir hjá fyritøkuni.

 

Eingin váðameting

Í sínum kanningararbeiði staðfesti Dátueftirlitið, at fyritøkan onga váðameting hevði gjørt, áðrenn trygdarbrotið fór fram. Fyritøkan hevði heldur ongan skrivligan kt-trygdarpolitikk, hóast grannskoðarin tvær ferðir hevði biðið Effo um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Eisini var niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum, at teldusníkar mest sannlíkt høvdu tikið avrit av upplýsingunum í skipanini hjá fyritøkuni. 

Dátueftirlitið metti, at fyritøkan av grovum ósketni hevur brotið grein-46 í dátuverndarlógini, og tí valdi eftirlitið at melda málið til løgregluna.

 

Ríkisumboðið svaraði fyrispurningi

Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, svaraði herfyri skrivligum fyrispurningi, sum Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður, setti um málið, og har kom fram, at 22. mai í ár bleiv Effo ákært fyri at bróta dátuverndarlógina, og tað hevur danska løgmálaráðið fingið at vita frá ríkisadvokatinum.

Málið kemur Føroya Rætti fríggjadagin klokkan 9.15.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040