Pauli vann og unglingi gjørdi vart við seg

Pauli vann og unglingi gjørdi vart við seg
Pauli Poulsen livdi upp til favorittleiklutin, tá hann vann føroyameistaraheitið í tíðarsúkkling um vikuskiftið, og ein blaðungur súkklari gjørdi veruliga vart við seg
Andrei Antal/SST
Jónas Gunnarsson vakti ans um vikuskiftið við einum gulli og einari bronsu í FM-súkklukappingum
08.09.2026 - 12:02

Pauli Poulsen livdi upp til favorittleiklutin, tá hann vann føroyameistaraheitið í tíðarsúkkling í Klaksvík sunnumorgunin. 

Súkklarin úr Troy brúkti 21 minuttir og 28 sekund upp á 16 kilometra langa teinin, sum eisini skal súkklast á oyggjaleikunum næsta summar.

  - Eg geri nógv við tíðarsúkkling, og tað er greinin, sum eg leggi mest orku í, so eg hevði vónað at vunnið í dag, segði Pauli Poulsen.

 


Pauli Poulsen vann tíðarsúkklingina á oyggjaleikateininum í Klaksvík sunnudagin, men leygardag mátti hann lúta fyri blaðunga Jónas Gunnarsson. (Mynd: Andrei Antal/SST)

 

Blaðungur súkklari vakti ans

Bergtór Tórsteinsson endaði ikki óvæntað á øðrum plássi, men tað vakti ans, at bert 14 ára gamli Jónas Gunnarsson fekk bronsuna. 

Unglingin býr og kappast í Danmark við felagnum Velo CC, og var komin upp at kappast í báðum FM-kappingunum farna vikuskiftið.

Leygardagin gjørdi hann ikki mætari enn at vinna vegsúkklingina, sum var kring Skálafjørðin eftir spurt ímóti Paula Poulsen til mállinjuna.

 - Tað var mega kul. Eg væntaði slett ikki, at eg fór at fáa triðja pláss, segði hann um tíðarsúkklingina.

 - Tað eru nógv meiri brekkur her, nógv stuttligari at súkkla, tí tað er so slætt í Danmark, segði Jónas Gunnarsson, sum ætlar sær at kappast meir í Føroyum frameftir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040