Rógvi og Lydia runnu skjótast til føroya vakrasta

Rógvi og Lydia runnu skjótast til føroya vakrasta
Rógvi Kárason og Lydia í Lambanum vóru fremst, tá Føroya vakrasta hálvmaraton var í Vágum um vikuskiftið
Mynd: Frælsi  
 
07.09.2026 - 21:08

Rógvi Kárason og Lydia í Lambanum runnu skjótast, tá Føroya vakrasta hálvmaraton var í Vágum leygardagin.

Hjá monnum kappaðist Rógvi Kárason, sum smbært tilmeldingarlistanum ikki umboðaði nakað felag, fyrst og fremst við Torbjørn Hentze úr Bragdinum.  

Munurin teirra millum gjørdist ikki so lítil. Rógvi Kárason kom á mál við tíðini 1.13.32, meðan Torbjørn Hentze rann teinin upp á 1.15.17.

Í triðja plássi var Mattias Jansson í Lambanum úr Roysninum við tíðini 1.22.02.

 

Lydia fremsta kvinnan

Hjá kvinnum var Lydia í Lambanum best. Rennarin úr Roysninum kom á mál við tíðini 1.40.57.

Í hølunum á henni kom Anne Havbo við 1.41.03, og bronsuna fekk Bjørt Krossteig, sum kom á mál ein góðan hálvan minutt seinni enn tær báðar fremstu.

 

Jens heiðurslimur í Frælsi

Í samband við Føroya vakrasta hálvmaraton varð veteranrennarin Jens R. Weihe gjørdur til heiðurslim í Ítróttafelagnum Frælsi í Vágum.

Hann spældi fótbólt og seinni innadura fótbólt, men ein krossbandsskaði gjørdi, at hann royndi seg við renning í staðin, skrivar Frælsi.

Hetta var í 2006, og síðan hevur hann verið ein íðin partur av føroyska renniumhvørvinum. Hann hevur runnið 16 maraton, og í ár hevur hann runnið øll seks føroyski hálvmaratonini - hetta sum 78 ára gamal. Síðani hevur Jens runnið 16 maraton og eitt stórt tal av hálvmaratonum og øðrum kappingum. Síðstu árini hevur hann runnið umleið 3.500 kilometrar um árið.

 - Tað eru ikki bara kilometrarnir, úrslitini og áhaldnið, sum gera hann serligan. Tað er minst líka nógv tann gleðin og jaligi hugburðurin, sum hann hevur við sær, tá hann fer út at renna, skrivar Frælsi um Jens R. Weihe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777