Verri marknaðaratgongd fær avleiðingar fyri búskapin

Verri marknaðaratgongd fær avleiðingar fyri búskapin
Høvdu vit havt tollfrælsi í ES, høvdu arbeiðsplássini verið í Føroyum, og tað hevði havt týdning fyri búskapin, sigur Magni Laksafoss, doktari í búskapi
Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur
 
08.09.2026 - 14:32

Tað hevur avleiðingar fyri føroyska búskapin, at Føroyar ikki meirvirka sínar fiskavørur.

Tað sigur Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, í sambandi við, at løgmaður í gjár tosaði við Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini, um at Føroyar skulu fáa betri atgongd á ES-marknaðin.

Magni Laksafoss sigur, at ES vil hava rávøruna til at skapa arbeiðspláss í ES.

- Høvdu vit fingið tollfrælsi í ES, høvdu arbeiðsplássini verið í Føroyum, og tað hevði havt stóran týdning fyri føroyska búskapin, sigur Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur á Sjókovanum, sum eisini er doktari í búskapi. 

Arbeiðið gongur striltið, og eisini í Vinnuhúsinum undrast tey á, at tað ikki skal bera til hjá Føroyum at fáa betri marknaðaratgongd.

 


Beinir Johannesen og Ursula von der Leyen. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Løgmaður var ikki serliga vónríkur eftir fundin við forkvinnuna í ES-nevndini í gjár. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 


 

08092026_Marknadaratgongd


Hjá Bakkafrosti fylgja tey við arbeiðinum hjá føroysku myndugleikunum at fáa betri marknaðaratgongd

 


Regin Jacobsen.

 

Bjartur Sigmundarson fekk orðið á Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti, á BAKKAFROST SUMMIT, sum er við Løkin í dag og í morgin:

 

08092026_Regin_Jacobsen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928