- Tíðindi, mentan og ítróttur
Effo í rættinum fyri brot á dátuverndarlógina

Tríggir dagar eru settir av í rættinum at viðgera ákæruna móti Effo fyri brot á dátuverndarlógina.
Dátueftirlitið sigur, at bótin skal vera 15 milliónir krónur.
Málið kemur fyri í Føroya rætti í dag. Síðani verður ein steðgur, og málið verður ikki tikið uppaftur í rættinum, fyrr enn 10. og 11. november.
Í fyrsta umfari varð hildið, at málið ikki var so umfatandi, og til bar at avgreiða tað eftir einum dagi, og tí var bara ein dagur settur av, sigur Annfinn V. Hansen, verji hjá Effo.
Men málið er rættiliga umfatandi, og fleiri vitni skuldu avhoyrast. Tí máttu tveir dagar setast av afturat, og teir vera í november.
Katrin Thorsvig Hansen.
Ákæruvaldið krevur bót
Ákæruvaldið krevur, at Effo skal rinda bót fyri at hava brotið grein 78, stykki 1, nr. 1 samanborið við grein 46, stk. 1, í lógini um verju av persónsupplýsingum.
Í ákæruritinum stendur, at Effo onga váðameting hevði gjørt, Effo hevði ongan skrivligan kt-trygdarpolitikk, og Effo hevði ikki fylgt áheitanini frá grannskoðaranum, sum tvær ferðir hevði biðið fyritøkuna um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Víðari stendur í ákæruritinum, at 12. august í 2022 fingu ókendir teldusníkar atgongd til allar kt-skipanir hjá Effo og bronglaðu allar upplýsingarnar, soleiðis at P/F Effo misti atgongd til upplýsingarnar.
Dátureftirlitið metir at brotið er so mikið álvarsligt, at Effo eigur at fáa ein bót uppá 15 milliónir krónur.
Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, vil ikki siga, hvat kravið frá ákærumyndugleikanum viðvíkjandi sekt er. Tað kemur framundir viðgerðini í rættinum, sigur hon.






















