1,7 milliardir í kassanum hjá ALS

1,7 milliardir í kassanum hjá ALS
Avlopið í fjør var 191 milliónir, og harvið eru meira enn 600 milliónir krónur komnar afturat í kassan hjá ALS síðstu trý árini
ALS er nú somikið væl bjálvað, at skipanin klárar 6% arbeiðsloysi í níggju ár og 8% arbeiðsloysi í 5-6 ár
 
13.09.2026 - 17:23

Arbeiðsloysisskipanin hevði 191 milliónir krónur í avlopi í fjør. 

Tað vísir roknskapurin hjá ALS fyri 2025.

Tey bæði árini frammanundan, í 2024 og 2023, hevði ALS ávíkavist 210 milliónir og 225 milliónir í avlopi.

Samlaða eginognin hjá ALS er nú góðar 1,7 milliardir krónur.

Sambært ársfrágreiðingini kann ALS standa ímóti einum arbeiðsloysi á seks prosent í níggju ár og arbeiðsloysi á átta prosent í eini fimm til seks ár, áðrenn skipanin verður insolvent.

Í fjør vóru inngjøldini í ALS - frá løntakarum og arbeiðsgevarum - tilsamans 207 milliónir krónur. Útgjøldini vóru smáar 70 milliónir, íroknað fiskavirkisskipanina.

Arbeiðsloysið var eitt prosent í fjør. Í meðal vóru 311 fólk fulltíðararbeiðsleys. 

Útgjaldið úr Fiskavirkisskipanini var í fjør 16,8 milliónir krónur. Umleið 1000 fólk eru knýtt at fiskavirkisskipanini, sum tryggjar teimum 32 tímar arbeiðsviku, tá lítið ella einki arbeiði er á virkinum, tey eru knýtt at.

Á nýggjárinum lækkaði inngjaldið til ALS úr 0,8 prosentum niður í 0,6 prosent. Hægsta útgjald úr ALS er í dag 22.435 krónur um mánaðin.

ALS roknar við, at avlopið í ár verður millum 130 og 140 milliónir krónur.

Lægsta arbeiðsloysi í heiminum
Í ársfrágreiðingini hjá ALS verður gitt, at helst er arbeiðsloysið í Føroyum tað lægsta í øllum heiminum. ALS hevur bara funnið fýra lond við lægri arbeiðsloysi - tey eru Katar við 0,2 prosent, Kambodja við 0,3 prosent, Niger við 0,4 prosent og Tailand við 0,8 prosent arbeiðsloysi.

-Arbeiðsmarknaðirnir og arbeiðsloysið í hesu londum kunnu valla samanberast við Føroyar, og kanska er tað so, at arbeiðsloysið í Føroyum er tað lægsta í øllum heiminum yvirhøvur, skrivar ALS.

Arbeiðsloysið í Føroyum er sum nevnt eitt prosent. Við árslok í fjør var arbeiðsloysið í Danmark trý prosent, í Norra 4,5 prosent, í Íslandi 5,3 prosent, í Svøríki átta prosent og í Finlandi 10 prosent.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Filosofiskur (1:6)
213158
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136