NSÍ snávaði - Fróði fekk sín fyrsta sigur

NSÍ snávaði - Fróði fekk sín fyrsta sigur
Tað eydnaðist ikki NSÍ at vinna á Víkingi í Runavík, og Fróði Benjaminsen fekk sín fyrsta sigur sum KÍ-venjari. Tí er munurin í toppinum í Meistaradeildini nú bert eitt stig
NSÍ fekk bert annað stigið við Løkin í Runavík, har Víkingur treiskaðist.
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
13.09.2026 - 20:44

Tað eydnaðist ikki NSÍ at vinna á Víkingi, sum ikki sá út til at hava steypatimburmenn í Runavík.

Teir ljósabláu sótu á tí mesta frá byrjan, og Jákup Johansen skoraði tíðliga. Rani Hansen hevði ein stóran kjans at økja, men síðan ressaðust runavíkingar.

Daniel Obbekjær javnaði stutt fyri steðgin, og hóast bæði liðini høvdu møguleikar í seinna hálvleiki, kom einki mál afturat.

Tí gjørdi KÍ sær dælt av. Fróði Benjaminsen stóð á odda fyri klaksvíkingunum fyri fyrstu ferð, og hann sá Oussama Ali skora einasta málið ímóti 07 Vestur á Dungasandi.

Tískil er munurin millum NSÍ á fyrsta plássi og KÍ nú bert eitt stig. Tey framstu hava ávíkavist 45 og 44 stig. 

 

Botndrama

EB/Streymur sleyt seg leysari úr botninum við 2-1 heimasigri á B36. Jógvan Kárason Glerfoss legði útiliðið framum fyri steðgin, men heimaliðið svaraði aftur í seinna hálvleiki við málum frá Gesti B. Dam og Andras Olsen.

Skála tók ímóti HB undir Mýruhjalla, har lagið var gott, tá Maxwell Effiom skoraði tíðliga. HB svaraði aftur við málum frá Ára Mohr Jónsson og Heina Sørensen, men Skála treiskaðist og Jákup Pauli Frederiksberg skoraði seinasta málið í dystinum, sum endaði 2-2.

Í yvirtíðini fingu Stefan Radosavljevic og Per Magnus Steiring hjá HB reytt kort.

Inni í Vika hvødu toftamenn knívin á barkanum, og støðan gjørdist uppaftur verri, tá Ragnar Skála legði AB á odda beint eftir hálvleikssteðgin. Tað eydnaðist kortini B68 at javna í yvirtíðini, tá Nicolai Møller Dohn skoraði og bjargaði B68 annað stigið.

Um tað verður nóg mikið, er kortini ivasamt. B68 er aftast við 17 stigum og 07 Vestur er nummar níggju við 18 stigum. Skála hevur 22 stig, EB/Streymur 23 og AB 24 stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221