Nations League-hópurin: Miðvøllur í nýggjari útgávu

Nations League-hópurin: Miðvøllur í nýggjari útgávu
Mattias Hellisdal úr Västerås SK og Emil Weihe Joensen eru grønastu spælararnir, sum eru tiknir út til manslandsliðið í fótbólti, sum skal spæla Nations League í næstum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2026 - 10:07

Tað verður ein miðvøllur í nýggjari útgávu, sum stillar upp fyri fótbóltslandsliðið við monnum, sum í næstum skal undir nýggju Nations League-kappingina.

Mattias Hellisdal úr Västerås SK er við fyri fyrstu ferð, og Emil Weihe Joensen úr NSÍ hevur fingið A-landsliðsboð fyri aðru ferð. Harumframt er Áki Samuelsen tikin út aftur hesa ferð.

Gamla gardan - Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Noah Mneney og Jákup Biskupstø - eru allir heil- ella hálvskaddir og tí ikki tøkir hjá landsliðsvenjarunum Eyðuni Klakstein.

 

Árni takkar fyri seg - Aron Benjaminsen á U21-liðnum

Fótbóltssambandið boðaði í gjár frá, at Árni Frederiksberg hevur valt at takka fyri seg á landsliðnum. 

 - Vit skulu vera foreldur aftur um hálvan oktober. Samstundis havi eg smávegis skaðar at dragast við, og harumframt fyllir arbeiðið nógv. Tí haldi eg tíðin er komin at takka fyri meg á landsliðnum, segði KÍ-vongurin, sum hevði eitt frálíkt ár í søguliga góðum landsliðsári í fjør.

Avloysarin kundi verið Aron Benjaminsen, sum fyri kortum varð seldur úr Víkingi til Hearts, men bert 18 ára gamli vongurin er í staðin tikin út til U21-landsliðið, sum hevur tríggjar dystir í  næstum.

Sambært landsliðsvenjaranum bankar Aron Benjaminsen upp á A-landsliðshurðina, og Eyðun Klakstein segði eisini, at broytingar kanska verða gjørdar, og at ein 24. spælari møguliga verður tikin út.

 

Fýra dystir upp á stutta tíð

Nations League-kappingin er skipað øðrvísi hesa ferð. Í staðin fyri at spæla tveir dystir í fyrsta landsliðssteðginum, skulu fýra dystir avgreiðast upp á tvær vikur mánaðarskiftið september/oktober.

Lagt verður fyri 26. september á Tórsvølli ímóti Kasakstan, áðrenn leiðin gongur til Moldova, har dystur er 29. september. 2. oktober vitjar Slovakia í Havn, áðrenn Føroyar skulu til Kasakstan til fjórða dystin.

 

Landsliðshópurin

Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge
Ari í Haraldstovu Petersen, ÍBV (ÍSL)

Verjuspælarar
Gunnar Vatnhamar, Vejle BK (DK)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (ITA)
Odmar Færø, KÍ
Samuel Chukwudi, SV Ried (EYS)
Heini Vatnsdal, B36
Viljormur Davidsen, NSÍ
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (SVØ)
Ási Dam, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Benjaminsen, NSÍ

Miðvallarar
Géza Dávid Turi, Grimsby Town (ENG)
Poul Kallsberg, Hillerød (DK)
Emil Weihe Joensen, NSÍ
Mattias Hellisdal, Västerås SK (SVØ)
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (KAS)
Hanus Sørensen, NK Aluminij Kidricevo (SLO)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (SVØ)

Framherjar
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, AC Horsens
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221