- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seinasta umfar við stuttligum søgum úr gomlu Havnini

Sum vit hava hoyrt í tveimum sendingum frammanundan, var Jørleif Kúrberg, sáli, tikin úr leikum sum frásøgufólk.
Hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum.
Í triðja og seinasta parti við stuttligum søgum úr gomlu Havnini hevði Jørleif við sær systkinabarnið Kem Poulsen. Teir vistu báðir nógvar stuttligar søgur úr gomlu Havnini.
Farnir úr tíðini
Tíverri eru bæði Jørleif Kúrberg og Kem Poulsen farnir úr tíðini.
Í mars 2016 skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif var høvuðsmaðurin og segði frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini.
Tiltakið varð tikið upp, og tí hava vit framvegis søgurnar.
Tórður Mikkelsen legði tríggjar sendingar við tilfari frá hesum kvøldunum til rættis til Útvarpið í mars 2025.
Hvat: Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
LES OG HOYR EISINI: Jørleif Kúrberg, sáli, sigur stuttligar søgur úr gomlu Havnini
LES OG HOYR EISINI: Fleiri stuttligar søgur úr gomlu Havnini





















