Kunnu leiga privatbil til ferðafólk

Kunnu leiga privatbil til ferðafólk
RentLocal er netborin leiguskipan, har bileigarar kunnu leggja bilin hjá sær inn, áseta ein dagprís og gera bilin tøkan, tá tað hóskar teimum
RentLocal skipar fyri, at privatfólk kunnu leiga bilin til ferðafólk. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.09.2026 - 18:00

RentLocal er nýggj fyritøka, sum hevur til endamáls at geva fólki møguleika leiga privatbilin út til ferðafólk.

- Vit halda, at ferðavinnan í Føroyum í ov stóran mun er komin teimum fáu til góðar.

Tað sigur Magnus Madsen, stjóri og stovnari av fyritøkuni Rent Local.

 


Magnus Madsen.

 

RentLocal er ein netborin leiguskipan, har bileigarar kunnu leggja bilin hjá sær inn, áseta ein dagprís og gera bilin tøkan, tá tað hóskar teimum. Ferðafólk kunnu síðani bíleggja bilin beinleiðis gjøgnum skipanina.

Nógvir bilar stillir stórar partar av degnum. Samstundis er stórur eftirspurningur eftir bilum, serliga í háárstíðini, tá ferðafólk ofta hava ilt við at finna ein leigubil, sigur RentLocal.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15092026_Rent_Local


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928