-Eg eri framvegis sera góður við Varðan

-Eg eri framvegis sera góður við Varðan
Bogi Jacobsen vil helst gloyma gjárdagin og í staðin minnast aftur á eitt langt arbeiðslív í Varðanum, sum endaði við fráfaringaravtalu í gjár
Bogi Jacobsen, nú fyrrverandi stjóri í Varðanum
 
18.09.2026 - 18:23

Tað kom óvart á tey flestu, tá stjórin í stóra samtakinum Varðin brádliga fór úr starvi í gjár. 

Les eisini: Bogi Jacobsen farin frá

Kunningin frá Varðanum var sera stutt. Á heimasíðu felagsins stóð bara at "Bogi Jacobsen og nevndin í P/F Varðin eru komin ásamt um, at Bogi Jacobsen fer frá sum stjóri í felagnum."

Bogi Jacobsen er næstan bókstaviliga føddur inn í Varðin'samtakið. Hann er sonur Jákup Jacobsen í Syðrugøtu, eisini nevndur "Dunga Jákup", sum sjálvurannar var við til at stovna reiðaríið Varðan, saman við Tummasi Thomsen, afturi í 1985. Hann sigldi við skipunum hjá reiðarínum í nógv ár, til hann fyri umleið 15 árum síðani skuldi standa á odda fyri uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic, sum tá bleiv bygt á Tvøroyri. Í 2020 tók hann við eftir pápa sín sum stóri í øllum Varðin-samtakinum. 

Við 2,1 milliard í eginpeningi er Varðin millum størstu fyritøkur í landinum. Samtakið eigur fleiri uppsjóvarskip, fleiri skip í botnfiskaflotanum, uppsjóvarvirki á Tvøroyri og nógv annað virksemi í fleiri vinnugreinum á landi. 

Hoyr samrøðu við Boga Jacobsen her:

Bogi_farin_fra_-_jbh_-_1800


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928