- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valið í Russlandi kann geva ábendingar

- Tað er lítið, sum bendir á stórar politiskar broytingar eftir valið í Russlandi. Tað sigur Tór Marni Weihe, serkønur í russiskum viðurskiftum, nú tað er í dag er seinasti valdagur í Russlandi.
Russar skulu millum annað velja nýggj umboð í Dumuna, sum er undirhúsið í russiska tjóðartinginum. Valið byrjaði fríggjadagin og hevur vart í tríggjar dagar. Tilsamans skulu 450 umboð veljast fyri eitt fimm ára skeið.
Flokkurin Sameint Russland, sum stuðlar Vladimir Putin forseta, hevur í dag greiðan meiriluta í Dumuni. Politisk mótstøða í Russlandi er samstundis nógv avmarkað, og fleiri valevni, sum eru ímóti krígnum í Ukraina, hava ikki fingið loyvi at stilla upp. Men hóast tað, so kann valið kortini geva nakrar ábendingar. Millum annað vallutøkan og stuðulin til Sameint Russland kann geva ábendingar um, hvat russar veruliga hugsa, sigur Tór Marni Weihe, serkønur í russiskum viðurskiftum.
Hoyr samrøðuna við Tór Marna Weihe, beinleiðis í tíðindunum klokkan 14.00



























