Varpar ljós á alzheimer

Varpar ljós á alzheimer
Flemming Østergaard vitjaði morgunsendingini á altjóða alzheimerdegnum at tosa um kærleika, sjúku og nýggju bók sína sum avvarðandi
 
21.09.2026 - 11:07

Í dag er altjóða alzheimerdagur, og í Føroyum er dagurin serliga merkisverdur, tí júst í ár eru 25 ár liðin, síðani Alzheimerfelagið varð stovnað. Hesi 25 árini verða hátíðarhildin við eini stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har endamálið er at varpa ljós á demensøkið og tey mongu, hvørs gerandisdagur er merktur av hesari sjúku.

Millum høvuðsfyrilestrarnar á ráðstevnuni er Flemming Østergaard, fyrrverandi stjóri og nevndarformaður hjá FCK og felagnum Parken Sport & Entertainment.

Flemming er aktuellur við nýggjari bók, ið kom út í mai í ár. Bókin er ein persónlig lýsing av tí lívsbroyting, sum hendir, tá ið makin fær staðfest demens ella alzheimer.

Harumframt viðger hann ta tungu veruleikastøðu, sum nógv avvarðandi kenna alt ov væl: Hvat hendir, og hvat gert tú, tá ið samfelagsliga trygdarnetið svíkur, og almenna ábyrgdin ikki røkkur til hjá teimum, ið hava mest brúk fyri hjálp.

Lívið sum avvarðandi at einum við alzheimer er mangan fult av ósvaraðum spurningum, tungum avgerðum og eini kenslu av at standa einsamallur. Við at deila sína egnu søgu – bæði í bókini og á pallinum í Norðurlandahúsinum – vónar Flemming at kunna hjálpa øðrum í líknandi støðu og vera við til at bróta niður tey tabu, ið framvegis eru knýtt at demenssjúkum.

Øll samrøðan við Flemming Østergaard kann hoyrast her:

1833623

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391