Viljormur upp á 95: - Vænti eg byrji inni

Viljormur upp á 95: - Vænti eg byrji inni
Viljormur Davidsen hevur spælt 94 landsdystir, men nógv bendir á, at liðskiparin fær nummar 95 í Moldova í morgin. - Fyrr spældi eg allar. Nú spæli eg annað hvønn, segði hann
28.09.2026 - 20:14

Tíðin, tá Viljormur Davidsen spældi hvønn landsdyst fyri Føroyar, er farin, men royndi liðskiparin er framvegis týðandi partur av hópinum undir Eyðuni Klakstein.

NSÍ-verjuspælarin hevur umboðað Føroyar 94 ferðir higartil, og bert Jóan Símun Edmundsson hevur spælt meir fyri manslandsliðið. Nógv bendir nógv á, at Viljormur Davidsen kemur upp á 95, tá Moldova tekur ímóti í Nations League-dysti í Chisinau í morgin.

 - Eg vænti, at eg byrji inni, segði hann til venjingina fyrr í dag.

 - Sum tú sigur, leikluturin er broyttur. Fyrr spældi eg allar, nú spæli eg kanska annað hvønn. Tað er ein partur av hesum nýggja hópinum og leiklutinum, sum eg havi fingið frá venjaratoyminum. 

 


Viljormur Davidsen til venjingina sunnudagin, tá teir, sum ikki spældu ímóti Kasakstan fóru á vøllin saman við Atla Gregersen. (Mynd: Hans Erik Danielsen)

 

Vil fegin upp á 100

Viljormur Davidsen er ikki ungur longur, og fær fyri tíðina harða kapping frá Martini Agnarsson, sum hevur munin, tá tað ræður um ferð og renniorku, men liðskiparin siktar kortini eftir at fáa so nógvar minuttir sum gjørligt, og hevur einki ímóti at røkka upp á 100 dystir.

 - Eg haldi, at mann skal royna at fara eftir tí. Røkkur mann tí, er tað fantastiskt, og røkkur mann tí ikki, hevur mann í hvussu er spælt ótrúliga nógvar. Tað hevði verið ótrúliga stuttligt at verið tann fyrsti, sum kom upp á 100, segði Viljormur Davidsen áðrenn venjingina í Chisinau í dag.

Nations League-dysturin ímóti Moldova er í morgin klokkan 17.00. Kringvarpið sendir frá klokkan 16.30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096