- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyðun Klakstein: Teir koyrdu á okkum
- Tað var gott, at vit kundu verja hendan javnleikin heim.
Tað var einfalda niðurstøðan hjá Eyðuni Klakstein landsliðsvenjara eftir 1-1 javnleikin ímóti Moldova í Nations League.
- Vit skulu taka hendan javnleikin í dag. Teir komu við meira. Heimavøllurin var góður hjá teimum, og teir koyrdu á okkum, og vit vóru trýstir í løtum. Teir fingu málið, og so fingu teir enn meir mót, segði Eyðun Klakstein.
Tað var annars Viljormur Davidsen, sum legði Føroyar framum í fyrra hálvleiki við sínum sjeynda landsliðsmálið. Géza Dávid Turi varð feldur í brotsteiginum, og so skoraði liðskiparin sítt sætta brotsspark fyri Føroyar.
Eftir steðgin javnaði Sergiu Percuin við einum framúr góðum frísparki úr spískum vinkli í handara málhorn, og sami maður rakti bæði tvørtræ og stong eftir hetta, meðan føroyingarnir ikki megnaðu stórvegis annað enn at sparka burtur.
Tað kundi verið øðrvísi, sum Samuel Chukwudi og Andrias Edmundsson gagnnýttu sínar kjansir tíðliga í seinna hálvleiki.
- Tá vit byrja í seinna hálvleiki, haldi eg, at vit hava støðurnar at "killa" teir við einum máli, men so koma teir meir og meir, og vit fáa ikki ordiliga spælt okkum burturúr, vit fáa ikki ordiliga álopsstøðurnar, segði Eyðun Klakstein.
























