- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pensjónistar kunnu forvinna meira - mótrokningin hækkar upp í 300.000 kr.

1. juli næsta ár kunnu pensjónistar, sum arbeiða, forvinna 300.000 krónur, áðrenn mótroknað verður í pensjónini.
Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, tá hann legði fíggjarlógaruppskotið fram fyrrapartin.
Í løtuni kunnu pensjónistar forkvinna 61.900 krónur, áðrenn mótroknað verður.
Uppskotið um at hækka mótrokningina verður lagt fyri tingið í vetur, og eftir ætlan verður skipanin sett í verk 1. juli 2027.
Broytingin verður mett at kosta landskassanum 50 milliónir krónur um árið.
Av tí at lógin ikki kemur í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár, kostar mótrokningin landskassanum 25 milliónir í 2027.
Hækkingin í mótrokningini hevur við sær, at avlopið á fíggjarlógini næsta ár verður 13,5 milliónir krónur.


























