Status Quo í meistarastríðnum

Status Quo í meistarastríðnum
NSÍ vann á Skála, og KÍ fekk øll stigini ímóti HB í Gundadali, og tí eru framvegis trý stig ímillum toppliðini, nú trý umfør eru eftir at spæla í Meistaradeildini
Mynd: Hjalmar Jóhan Juul  
 
11.10.2026 - 17:19

Bæði NSÍ og KÍ vunnu sínar dystir í Meistaradeildini í dag, og tí er status quo í stríðnum um FM-gullið. NSÍ er framvegis trý stig frammanfyri KÍ.

Tað passar kortini ikki heilt, tí runavíkingar eru samstundis ein dyst nærri sínum fyrsta føroyameistaraheiti síðan 2007.

NSÍ vitjaði á Skála, har Malthe Nielsen legði heimaliðið framum við einum frálíkum máli, tá 27. minuttir vóru spældir. Beint fyri steðgin svaraði oddaliðið aftur við tveimum málum frá Beiniri Nolsøe og Peturi Knudsen, og dysturin endaði eisini 2-1.

HB, sum bíðar eftir Mikkjali Thomassen, gav ikki KÍ, sum hevur fingið Fróða Benjaminsen á síðulinjuna fyrr enn ætlað, stórvegis mótstøðu í Gundadali. Erlend Hustad legði útiliðið framum longu í sjeynda minutti, og síðstu løtuna av dystinum øktu Martin Rodrigo Gonzales og Dávid Reynheim til 3-0.

Í sama viðfangi fekk HB-málverjin Bjarti Vitalis Mørk reytt kort fyri mótmæli.

NSÍ hevur nú 51 stig, og KÍ hevur 48. Tríggir dystir eru eftir at spæla í Meistaradeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928